Innanlands

Stuðulstiltøk í Føroyum í november varpa ljós á kristin armensk flóttafólk

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan, og pianisturin Irina Hayrapetyan koma til Føroya. Kim Hartzner og Sjúrður Skalle vera eisini við

Sjúrður Skaale og fyrrverandi forsætisráðharrin í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan

Sjúrður Skaale og fyrrverandi forsætisráðharrin í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan

2025-10-29 20:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í november mánaða koma fyrrverandi forsætisráðharrin í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan, og pianisturin Irina Hayrapetyan til Føroya. Tá verður høvi hjá almenninginum í Føroyum at hoyra klassiskan tónleik og persónligar søgar um lívið hjá armenskum kristnum flóttafólkum.

Í september 2023 rak Aserbadjan 120.000 kristnar armenar burtur úr Nagorno-Karabakh til Armenia. Fleiri av hesum armenum eru nú í einari sera truplari støðu, uttan bústað og arbeiði sum flóttar.

Nú verður so skipað fyri hesum tiltaki í Føroyum, har fólk hava møguleika at stuðla neyðhjálpararbeiðnum, ið fer til mat, vetrarhjálp, lívsgrundarlag og og sálarliga hjálp.

Tað er danski hjálparfelagsskapurin Mission10forty, ið skipar fyri tiltakinum. Leiðarin í Mission10Forty, Kim Hartzner, verður eisini við til tiltøkini í Føroyum.

[object Object]

Eisini luttekur føroyski fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, sum í mars mánaði skipaði fyri ráðstevnu á Christiansborg um trygdarstøðuna hjá Armenia og støðuna við Nagorno-Karabakh.

Artak Beglaryan, sum sjálvur hevur upplivað ræðuleikarnar í sambandi við ófriðin í heimlandi sínum, sigur soleiðis:

– Vit mistu heim, kirkjur og hvíldarstøð hjá forfedrum okkara – men vit mistu ikki vónina. Tykkara stuðul kann hjálpa familjum at endurbyggja lív teirra, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, sum fer at greiða frá egnum upplivingum í stríðnum í Armenia. 

Tiltøkini verða í døgunum 14.–16. novembur. 

Skrá:

Fríggjadag 14. novembur klokkan 19.30 — Varpið, Klaksvík

Leygardag 15. novembur klokkan 19.30— Lívdin, Tórshavn

Sunnudag 16. novembur klokkan 15.00 — Løkshøll, Runavík

Mission10forty

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder