2021-09-15 15:21

Heystið er árstíðin fyri jarðarinnar fruktum. Í dag sóðust bóndahjúnini í Miðstovuni á Trøðum á Sandi aftur undir Bryggjubakka í Havn fyri at selja burturav tí, sum er vaksið burtur úr gróðrarfullu og sandríku fløtunum.
Epli og gularøtur, kál og røtur. Alt nýheintað og spillfrískt, sum tað bara kann vera hesa ársins tíð. Við miðstovuhjúnunum sum fastir gestir mikudagar, er heystið eisini komið til Havnar
Lesið eisini hugleiðingarnar hjá Birgiri Kruse um sama evni á Birkblogg: Nú kemur heystið
(Mynd: Birgir Kruse)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald