Innanlands

Stykkja út í Sandoynni

Bæði í Skopun og á Sandi hevur J&K Petersen stykkja út grundstykki. Tilsamans 59 eru ella verða stykkjaði út

Útstykkingin á Sandi (Mynd: J&K Petersen)

Útstykkingin á Sandi (Mynd: J&K Petersen)

2022-12-16 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um ikki so langa tíð verður koyrandi í Sandoynna, og stóri eftirspurningurin eftir grundstykkjum, hevur fingið komunurnar at stykkja út í rúgvu vís.

Tað er J&K Petersen, sum bæði í Skopun og á Sandi stendur fyri at útstykkja.

Arbeiðið við at stykkja út 26 grundstykkir í Skopun er liðugt og tey vórðu latin Skopunar kommunu mánadagin.

Á Sandi er J&K Petersen í ferð við at útstykkja 33 grundstykkir, sum eftir ætlan skulu handast kommununi síðst í komandi árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder