Mentan

Stýrið fyri nýggju tónleikaútflutningsstovuna sett

Tónleikaútflutningsstovan skal virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna

Jóhan Christiansen, Borgarstjóri í Eysturkommunu og Poul Michelsen, landsstýrismaður (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

Jóhan Christiansen, Borgarstjóri í Eysturkommunu og Poul Michelsen, landsstýrismaður (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

2019-05-21 20:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur tilnevnt stýrið fyri nýggju tónleikaútflutningsstovuna. Í stýrinum eru Gissur Patursson, sum verður fomaður, Mikael Blak, Fróði Stenberg og Unn Patursson.

Eysturkommuna bjóðaði seg tíðliga fram at hýsa tónleikaútflutningsstovuni, fyri á henda hátt at styrkja altjóðavenda tónleikaumhvørvið, sum er ment í Syðrugøtu. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at taka av tilboðnum at staðseta útflutningsstovuna í Valhøll í Syðrugøtu, har sum G! festivalurin eisini hevur heimstað.

- Eg ivist ikki í, at tað fer at gagna øllum føroyskum tónleikaútflutningi, at útflutningsstovan fær heimstað í einum livandi umhvørvi, sum í mong ár hevur virkað fyri at skapa altjóða áhuga fyri føroyskum tónleiki, sigur Poul Michelsen við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Tónleikaútflutningsstovan, á enskum Faroe Music Export (FMX), skal virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna í tøttum samstarvi við tónleikafyritøkur, tónleikarar og vinnugreinafeløg.

Tónleikaútflutningsstovan er partur av føroysku vinnuframaskipanini og - eins og við Filmshúsinum - fer Vinnuframi at veita hjálp við bæði bókhaldi og fyrisiting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder