Hóast Aksel V. Johannesen alment hevur sagt, at hendan samgongan hevur framt tað mesta, sum man setti sær fyri, so vanta eyðsæð stór mál.
Eitt er stytta arbeiðsvikan - úr 40 til 37 tímar. Sum Fakfelagssamstarvið skrivar í dag, so "var tað eitt av gyltu vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali".
Hetta er í almennum spurningi til samgonguna, sum Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Heilsuhjálparafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hava sett í dag.
Styttri arbeiðsvika er eisini partur av samgonguskjalinum millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, verður víst á, men har er einki hent. Og tað tykiskt sum hetta verður tagt burtur, skriva fakfeløgini.
- Nú er so eitt gott ár til komandi løgtingsval. Men enn er arbeiðsvikan ikki stytt.
Styttri arbeiðsvika hevði lætt munandi um hjá øllum løntakararunum, serstakliga hjá barnafamiljum. Men nú tigur samgongan um ætlaninar um at stytta arbeiðsvikuna.
Fakfeløgini vanta sær eitt svar frá forfólkunum í samgonguflokkunum - Aksel V. Johannesen, Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn. Hetta við virðing fyri føroyska lønmótakaranum.
Stytt arbeiðsvika varð seinast veruliga nevnd í ólavsøkufrágreiðing løgmans
- Tí arbeiða vit framvegis við at stytta arbeiðsvikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald