Fríggjadagin royndi suðurkoreanska løgreglan í fleiri tímar at sleppa inn í heimið hjá frákoyrdu suðurkoreanska forsetanum, Yoon Suk-yeol at handtaka hann, men tað eydnaðist ikki. Nú ynskir Yoon at melda umleið 150 fólk, upplýsir sakførari hansara, Yun Gap-geun.
Les eisini: Suðurkorea: Royndu til fánýtis at handtaka forsetan
Millum tey, sum hann ynskir at melda, eru løgreglufólk, stjórin í serligu kanningareindini fyri korruptión (CIO), og virkandi verjumálaráðharrin, Kim Seon-ho.
Hann ynskir at melda tey fyri m.a. at troka seg inn í bygningar ólógliga og fyri at hava brotið lógina um verju av hernaðarbygningum.
Sambært sakføraranum hjá Yoon, hevur CIO roynt at senda løgregluna út at handtaka hann, hóast CIO ikki hevur heimild til hetta. Eisini hevur løgreglan og verjumálaráðið forsømt sínar skyldur við at gera ímóti boðunum um at herða trygdina kring bústaðin hjá forsetanum, skrivar Ritzau.
Leygardagin varð heitt á fíggjarmálaráðharran, Choi Sang-mok, sum í løtuni eisini er virkandi forseti, um at geva trygdarfólkunum boð um, at lata løgregluni sleppa framat forsetabústaðnum.
Les eisini: Suðurkorea: Løgreglan biðið sitandi forsetan um hjálp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald