Hálvársroknskapurin hjá Suðuroyar Sparikassa fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 milliónir krónur eftir skatt sammett við 1,2 milliónir sama tíðarskeið í fjør.
Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt, skrivar Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.
Útlánini hækkaðu úr 549 milliónir krónur, upp í 587 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 38 milliónir - ella 7,0 prosent. Innlánini vóru 677 milliónir krónur sammett við 676 milliónir sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til eina hækking á eina millión – ella 0,15 prosent.
Solvensurin var 22,0 prosent samanborið við 21,4 prosent í 2022. Lyklatalið fyri gjaldførið var 354 prosent í mun til lógarkravið á 100 prosent.
Søren Lünell Bruhn, stjóri, sigur, at hann er vælnøgdur við gongdina higartil í ár.
– Vit eru nøgd við, at vit hava fingið fleiri góðar kundar, sum vit ynskja hartaliga vælkomnar í okkara familju. Úrslitið er nøktandi og í samsvar við væntanirnar, tá árið byrjaði, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald