Innanlands

- Arbeiðslagið er út av lagi vánaligt

Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen finnast allir at, at P/F Suðuroyartunnilin og Norconsult sjálvi hava staðið fyri kanningararbeiðnum og at ymiskum í handfaringini

- Tá ein viðger seg sjálvan og egna verkætlan og síðani eina aðra, so kann úrslitið bara verða, at man mælir til sína egnu, vísti Heðin Zachariasen á (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tá ein viðger seg sjálvan og egna verkætlan og síðani eina aðra, so kann úrslitið bara verða, at man mælir til sína egnu, vísti Heðin Zachariasen á (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-23 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað tykist fyri mær, sum tað sita embætismenn í hesum landinum, sum gera ein "armeraðan" múr rundan um seg sjálvar. Hetta fyri at teir skulu sleppa at stýra landinum júst eftir egna reyki. Tað sær man best í hesum, við at man ikki fer til naran heilt uttanveltaðan og biður um eina verkfrøðiliga og búskaparliga meting (...) ruðuleikin er júst líka stórur nú, sum hann var, tá málið datt niðurfyri. Arbeiðslagið er út av lagi vánaligt

So mikið bersøgin er Tórbjørn Jacobsen í nýggjastu útgávuni av Stjórnuni - Politikkur á Skák á FM1.

Hann, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen eru ikki bergtiknir av arbeiðnum í sambandi við Suðuroyartunnilin, sum skjóttt kemur fyri tingið aftur skjótt.

Millum annað er tað nógvu óvissurnar í útrokinginum og teir ókendu faktorarnir, og so eru allir samdir í, at tað er skeivt, at P/F Suðuroyartunnilin og Norconsult hava viðgjørt egnu verætlan - úr Djúpadali til Sandvíka - og tí við øðrvísi linjuføring.

- Tá ein viðger seg sjálvan og egna verkætlan og síðani eina aðra, so kann úrslitið bara verða, at man mælir til sína egnu, vísti Heðin Zachariasen á.

Allir staðfesta ta neyðuga við broytingum á Suðuðuroyarleiðini men at framferðarháttrin í málinum á mangan hátt er tann skeivi.

Hoyr alla sendingina á FM1 her

Sí eisini: Flokkarnir lata løgmanni tilmæli um linjuføring

Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini á FM1 klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder