Innanlands

Suðuroyartunnilin fyri tingi aftur innan fáar vikur

Landsstýrið fær frágreiðing frá serfrøðingum í hesi vikuni, har ætlaða linjuføringin er sett upp móti alternativu linjuføringini, sum kom fram undir viðgerðini í vár

Løgmaður á veg í tingið í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður á veg í tingið í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-30 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, roknar við, at málið um Suðuroyartunnilin kann verða lagt fram fyri tingið aftur at taka støðu til innan fyri fáar vikur.

Hann fekk spurning um málið á løgtingi í dag, har ófráboðaðir spurningar hava verið á skránni.

Jenis av Rana spurdi, við útgangsstøði ú ótryggu støðuni, sum valdar í Suðuroynni í dag, nær væntast kann at málið um tunnilin kemur aftur í tingið.

Løgmaður greiddi frá, at eftir at málið fór aftur í nevnd í vár, hevur ráðgevandi fyritøkan Nordconsult havt málið til viðgerðar fyri at taka støðu til alternativu farleiðina, ið varð skotin upp og seta tað upp móti upprunaligu farleiðini.

Norðconsult hevði freist at handa frágreiðingina í síðstu viku, og frágreiðingin er nú farin til metingar hjá triðjaparti. Løgmaður roknar við at hava frágreiðingina seinni í hesi vikuni.

Alt eftir hvat henda frágreiðingin sigur, so ætlar løgmaður at fáa uppskotið fyri tingið aftur sum skjótast við teirri loysn, sum roknað verður við, at meiriluti er fyri, segði Aksel V. Johannesen í dag.

Um málið verður samtykt, so fer tað at taka í minsta lagið tíggju ár áðrenn ein tunnil er liðugur, og hesi árini mugu ferðandi til Suðuroyar liva við framhaldandi at hava eina siglandi farleið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder