Svenski stuttleikabáturin, sum vit umrøddu í gjár í sambandi við, at manningin ikki varð sloppin í land í Hetlandi, fekk somu móttøku, tá hann kom á Havnina í gjárkvøldið.
Svenski seglbáturin Sula liggur nú fyri teym út fyri Argjalandinum.
- Tey komu út móti sjey tíðina í gjárkvøldið. Vit samskiftu við tey og høvdu samband við politiið eisini. Tey søgdu, at teimum tørvaðu olju, vatn og tílíkt, og tað fingu tey umborð. Boðini frá okkara síðu var, at tey ikki kundu koma í land í Føroyum uttan at fara í sóttarhald fyrst. Annars vilja vit veita teimum tað, tey hava brúk fyri, greiðir Jónsvein Lamhauge, havnafúti, frá.
Báturin liggur nú fyri teym undir Argjalandinum, og sambært havnafútanum ætla tey sær víðari til Íslands.
Tvey fólk, eini tilkomin hjún úr Svøríki, eru við Sula. Talan er um royndar siglarar, sum hava verið í Føroyum fyrr, sigur Jónsvein Lamhauge.
Les eisini: Siglarar sluppu ikki í land í Lerwick – eru nú á veg móti Føroyum
(Navnið á bátinum rættað kl. 10.40)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald