Summar Festivalurin væntar fult hús í kvøld og heitir á fólk um at koma í góðari tíð
Fyriskipararnir siga, at í gjárkvøldið vóru umleið 8000 fólk á Summar Festivali, og tað skapti langar køir við inngongdina áðrenn konsertina við høvuðsnavninum Aqua, sum mátti útsetast eitt korter.
Í kvøld verður roknað við enn størri fjøld, tá ið svenska heimsstjørnan Zara Larsson skal spæla á Vágsbø.
– Vit vilja heita á fólk um at koma á festivaløkið í góðari tíð áðrenn konsertina, so langar køir ikki verða við inngongdina, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Zara Larsson spælir á Vágsbø kl. 21:00 í kvøld. Onnur sum framføra eru í kvøld Heiðrik, T.O.S., Lena Anderssen, Kjølar, Asta & Liza, Sámal Ravnsfjall og Ingi Poulsen.
Í kvøld verður eisini stóra SF fagnaðarkonsertin, tá 15 sangarar syngja 15 sangir, sum hava verið við at seta dám á Summar Festivalin gjøgnum árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald