Mentan

Summarframsýningin prikar til okkara áskoðan á Grønland

Ivínguak’ Stork Høegh spælir við stereotypiskar hugsanir um Grønland í ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum. Fernisering verður 21. juni, kl. 15.00.

2025-06-16 13:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stórsligin landsløg og inuittar í tjóðbúna. Soleiðis hava listafólk - serstakliga listamenn - lýst Grønland gjøgnum søguna. Ársins summarframsýning, ið er umboðað av listakvinnum, ið lýsa landið úr einum øðrvísi sjónarhorni - sum prikar til ráðandi, maskulinu áskoðanina á Grønland - og ikki at gloyma ta áskoðan, eitt hjálandaveldi hevur á Grønland.

Framsýningin Tú skoðar meg – sum eg skoði teg vísir verk hjá søguligum listakvinnum. Listakvinnum, ið lýsa gerandisdagin - børn og konur í gerandisdegnum, ið ikki bert verða eygleidd, men sum eisini eygleiða teg.

Hesi verkini, ið mestsum ikki hava fingið pláss í listasøguni, fara á framsýningini í samskifti við talgildu samklippini Arctic Exotic hjá Ivínguak’ Stork Høegh. Við skemti og spei sum amboð prikar hon og viðmerkir hjálandaarvin og mongu stereotypisku hugsanirnar um Grønland - samstundis sum hon skapar nýggjar søgur, ið knýta saman fortíð og nútíð.

Søguligu listakvinnurnar eru Christine Deichmann (1869–1945), Oda Isbrand (1904–1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883–1956) og Jette Bang (1914–1964).

Framsýningina hevur Laila Lund Altinbas, listfrøðingur, og Stine Lundberg Hansen, ið skrivar um list, sett upp.

Fernisering verður 21. juni kl. 15. Tú skoðar meg – sum eg skoði teg er ókeypis og er opin fram til 24. august.

Um Ivínguak’ Stork Høegh
Ivínguak’ Stork Høegh (f. 1982) er fødd og búsitandi í Grønlandi. Hon hevur nomið sær útbúgving á listaskúlanum í Grønlandi, á Århus Kunstakademi og sum miðlagrafikari á Keypmannahavnar Tekniska Skúla. Framsýningin vísir serliga nøkur av hennara talgildu myndasamklippum, men hon arbeiðir eisini við málningum, grafikki, keramikki, og margmiðli.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder