Uttanlands

Summarið í Danmark heldur fram

Veðurforsagnirnar siga, at í morgin verður yvir 25 hitastig kring landið, og fyrst í komandi viku fer tað at nærkast 30 hitastigum

Fleiri summardagar eru á veg í Danmark (Mynd: Scanpix)

Fleiri summardagar eru á veg í Danmark (Mynd: Scanpix)

2019-08-23 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Føroyum er grátt, avfall er á veg í fleiri støðum, og hitastigini eru beint omanfyri tey 10 - ikki nakað óvanligt fyri hesa árstíðina.

Í Damark verður tosað um fleiri summardagar - tað er, tá tað fer uppum um 25,0 hitastig. Hetta er óvanligt, nú summarið er við at koma at enda.

TV2 skrivar, at longu í dag fer tað at liggja á markinum til tað, og tað fer helst uppum í pørtum av landinum. Fyrst í august vóru nakrir summardagar, og nú er ein røð á veg.

Eitt hátrýst eystanfyri Danmark verður uppbygt, so at heit luft verður blást yvir landið sunnanfrá og úr einum landsynningi. Tað kemur møguliga uppum 25 hitastig seinnapartin í dag.

Um summardagur nummar 27 í ár ikki kemur í dag, so kemur hann í morgin. Tað veðrur heitt um alt landið, og serliga í útsynningpartinum av Jútlandi og mitt í og í vestara parti av Sælandi. Mánadagin kemur tað uppá 28 hitastig - aftur verður heitast í útsynningpartinum av Jútlandi. Fyrst í komandi viku fer tað at nærkast 30 hitastigum í pørtum av landinum.

Kelda: TV2 

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder