Innanlands

Summarkvøld við Toftavatn

Summarkvøld við Toftavatn, sum verður aftur á skránni 21. juni, er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um

2023-06-19 14:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 21. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá.

Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Urd Johannesen. Ólavur Højgaard syngur.

Talan er um eitt sera barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.

Nes og Runavíkar kommunur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder