Innanlands

Summarsólstøða í Sandagerði í kvøld

Á skránni verður tónleikur, felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-06-21 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

Byrjað verður við, at Ólavur á Váli spælir nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir bjóða bollar og kaka, skrivar kommunan.

Tað er Randi Kúrberg, sum heldur røðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder