2024-06-20 11:55
Í kvøld klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.
Ólavur á Váli syngur og spælir, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir selja bollar og kaka.
Røðuna heldur Bogi Sigurstein, bólkaleiðari hjá KFUM.
Sangheftið sært tú her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald