2022-06-21 09:54
Í kvøld klokkan 21 verður árliga jóansøkubálið, Summarsólstøður, í Sandagerði í Havn.
Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, fer at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.
Sambært veðurforsøgnunum verður veðrið gott, og tá plagar fitt av fólki at savnast til hetta hásummartiltak í Sandagerði.
Sanghefti verða at fáa úti í Sandagerði, men tað ber eisini til at taka sangheftið niður á snildfonina. Leinki er á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald