2018-10-03 13:03
Mikudagin 3. oktober undirskrivaðu Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum.
Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í 2018. Við hesum kunnu skúlar, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita vard verk til undirvísingarbrúk, um tørvur er á tí, skrivar Sunda kommuna.
Samtundis verður tryggjað, at upphavsrættarfólk fáa viðurlag fyri nýtslu av sínum verkum.
Avtalan við Fjølrit er galdandi frá 1. august 2018 til 1. august 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald