- Lunnarnir undir samtyktu fíggjarætlanini vóru lagdir, tá býráðið var samlað á Gjáargarði fríggjadagin 6. oktober og leygardagin 7. oktober. Undan hesum arbeiðsdøgunum høvdu nevndirnar viðgjørt uppskot við framskrivaðum rakstri og umrøtt møguligar raðfestingar.Við Gjógv vóru møguligu rakstrar- og íløguraðfestingar nágreinaðar. Síðani møttist alt býráðið aftur áðrenn 1. og 2. viðgerð at umrøða fíggjarætlanina.
Soleiðis skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari í gjár, eftir at fíggjarætlaninin hjá kommununi fyri 2023 er endaliga samtykt. Talan var um eina longri tilgongd, ið nú er komin á mál.
Raksturin - óbroytt skattaprosent og barnafrádráttur
Inntøkurnar fyri 2023 eru mettar til 95,6 millónir krónur, meðan raksturin fer at liggja á 84,4 milliónum, um tað gongst sum ætlað. Hetta seinna talið er 3,8 prosent enn hægri enn tað á fíggjarætlanini fyri 2022. Rakstraravlopið er sostatt 11,2 milliónir krónu
Aftur í ár eru nakrar raðfestingar á rakstrarsíðuni, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár, skrivar Sunda kommuna.
Í skrivinum verður eisini kunngjørt, at í samtyktu fíggjarætlanini eru skattaprosentið og barnafrádrátturin óbroytt, samstundis sum dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár.
Íløgur fyri 45 milliónir
Á fíggjarætlanini fyri 2023 eru 45,2 milliónir krónur settar av til løguútreiðslur, meðan mettu íløguinntøkurnar eru fimm miliónnir. Tann størsta einstaka íløgan fyri 2023 er á 22,5 milliónir.
Tað er til útstykkingar, har útstykkingarætlanin á Oyrarbakka er størsti parturin, meðan 12 milliónir krónur eru játtaðar til brúnna um Stórá, ið er farleiðin millum Hvalvík og Streymnes og uppraðfesting av kommunalu vegunum.
- Umframt hesar løgur hevur býráðið játtað pening til m.a. 2. byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík, umvælingar á Mørkina, vetrarfriðing, grøna orkuskiftið, vinnu og ferðavinnu, skúlaøkið, trivnaðarøkið og aðrar smærri verkætlanir.
Rakstrar-, løgu- og útlansætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2023 verður mett til 28,9 millónir, og Sunda kommuna kunnger til seinast, at ætlanin er, at løgurnar verða fíggjarðar við lántøku, so hvørt tørvur er á tí, upp til 70 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald