placeholder
Innanlands

Sunda kommuna: Økið við bátahylin á Oyrarbakka verður ruddað

Kommunan heitir á borgarar, ið hava onkrar óviðkomandi lutir liggjandi í økinum, um at koma eftir teimum í seinasta lagi 18. september

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-08-29 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir 18. september verður økið við bátahylin á Oyrarbakka ruddað, og alt órudd verður burturbeint.

Í hesum sambandi heitir Sunda kommuna á borgarar, sum hava onkrar óviðkomandi lutir liggjandi á økinum, um at koma eftir teimum í seinasta lagi fríggjadagin 18. september.

– Fyri at tryggja, at onki av virði verður burturbeint av óvart, fáa tey, sum hava sett lutir út á almenn økir uttan loyvi, møguleika fyri at koma eftir lutunum og flyta teir á eitt hóskandi stað, áðrenn kommunan fer í gongd við at burturbeina lutirnar fyri eigarans rokning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder