Innanlands

Sunda kommuna lækkar skattin og skal gera íløgur fyri 46 milliónir

Skatturin er nú lækkaður niður við beint yvir hálvum prosentstigi. Tað merkir, at borgarar í Sunda kommunu 2024 skulu rinda 20,95 prosent í skatti. Íløgurnar fevna víða

Størsta íløgan er til útstykkingar, har útstykking við 27 grundstykkjum á Oyrarbakka er farin í gongd, samstundis sum gongd er sett á afturtøka av grundstykkjum í allari kommununi (Mynd: sunda.fo)

Størsta íløgan er til útstykkingar, har útstykking við 27 grundstykkjum á Oyrarbakka er farin í gongd, samstundis sum gongd er sett á afturtøka av grundstykkjum í allari kommununi (Mynd: sunda.fo)

2023-10-31 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðið í Sunda kommunu hevur einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2024. Hetta skrivar sunda.fo.

Tað var millum annað einmælt samtykt at lækka kommunuskattin við 0,55 prosentstigum, úr 21,5 prosentum og beint niður um 21 prosent. Borgarar í Sunda kommunu rinda í 2024 20,95 prosent í skatti.

Somuleiðis samtykti býráðið í gjár íløgur fyri 46,6 milliónir krónur.

- Íløgurnar fevna víða um í kommununi. Størsta íløgan er til útstykkingar, har útstykking við 27 grundstykkjum á Oyrarbakka er farin í gongd, samstundis sum gongd er sett á afturtøku av grundstykkjum í allari kommununi.

Millum raðfestingarnar er brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes, økt viðlíkahald av kommunalum vegum, vatnveiting í Hósvík, spillvatnsskipan í Tjørnuvík og Saksun, grønt orkuskiftið, kirkjugarðar og Náttúrulundin við Streymin. 

Ein listi sæst her

Sí eisini: Seta ljós á brúnna um Streymin

Sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu, so stendur tað samlað rímiliga væl til:

- Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga. Skuldin í Sunda kommunu er í dag áleið fjórðings álíkning, og við íløgunum omanfyri verður roknað við, at skuldin verður knappliga hálva álíkning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder