Í morgin, mikudagin 26. august, fer Signar í Homrum við bólki runt í Sundalagnum at spæla smærri lokalar konsertir.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.
Byrjað verður kl. 15.00 við Gjónna við Gjógv. Síðani verður spælt runt um í Sundalagnum hvønn tíma inntil kl. 21.00, tá endað verður við bókasavnið í Hvalvík.
Konsertirnar varða áleið 20-25 minuttir hvør. Orkestrið kemur at standa í einum lastbili, ímeðan fólk kunnu lurta úti í frástøðu. Heitta verður á øll um at minnast til tilmælini um hetta og um reinføri
Til konsertirnar í Hósvík kl. 20.00 og Hvalvík kl.21.00 verður Ruben Busk til staðar við Streetfood-vogninum og lambs- og ræstkjøtaburgarum.
Skrá:
15.00: Við Gjónna við Gjógv
16.00: Við Hólmahúsið á Eiði
17.00: Við Mørkina í Streymnesi
18.00: Handilsøkið við Norðskála
19.00: Við fiskavirkið (MOWI) í Haldórsvík
20.00: Við bygdarhúsið í Hósvík
21.00: Við bókasavnið í Hvalvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald