Innanlands

Súnhild Langgaard er borgari nummar 1600 í Nes kommunu

Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið í Nes kommunu økt frá 1338 til 1610, og í gjár varð borgari nummar 1600 - Súnhild Langgaard, boðin á kommunuskrivstovuna, har hon fekk handað minnisgávu og blómur

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2025-07-19 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu økt munandi, og herfyri fór talið upp um 1600.

Borgari nummar 1600 gjørdist Súnhild Langgaard, og seinnapartin í gjár varð hon boðin á kommunuskrivstovuna, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði henni eina minnisgávu og blómur.

Minnisgávan eru tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevur evnað.

Súnhild Langgaard er ættað av Strondum, men flutti fyri stuttum í Nes kommunu, nú hon varð gift við Beinir Langgaard á Nesi, skrivar kommunan.

Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið í Nes kommunu økt frá 1338 til 1610. Tað er ein vøkstur á 272 fólk ella 20,3 procent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder