
Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu skipaði seg í gjárkvøldið við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra.
Súni í Hjøllum, sum hevur sitið í kommunustýrinum á Toftum í upp móti einum mannaminni, fekk 142 atkvøður á valinum týsdagin. Við borgarstjórasessinum fylgir eisini formansskapurin í fíggjarnevndini.
Toppskorarin á valinum, nývaldi Heini Súnason Kristiansen, sum fekk 150 atkvøður, tók sostatt ikki við borgarstjóraembætinum, men verður í staðin varaborgarstjóri og formaður í umhvørvisnevndini, sum er ein nýggj nevnd í Nes kommunu.
Dakko Petersen verður formaður í teknisku nevnd, Elin á Torkilsheyggi forkvinna í mentanarnevndini og Høgni Hansen formaður í trivnaðarnevndini.
Nývalda bygdarráðið fer at skipa seg á almennum fundi í næstu viku, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald