Mentan

Sunleif og Aldubáran á fløgu

Aldubáran innspælir í hesum døgum tónleik til spennandi fløguverkætlan

2018-10-07 20:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Aldubáran innspælir í hesum døgum tónleik til spennandi fløguverkætlan hjá plátufelagnum Dacapo Records í oktober 2018. Á hesi útgávu verður tónleikur innspældur eftir Sunleif Rasmussen, ið av álvara hevur sett føroyskan partiturtónleik á heimskortið. 
 
Innan nýggja klassiskan tónleik í Føroyum er Sunleif á mangan hátt undangongumaður - fyrsti føroyingur útbúgvin sum tónasmiður og fyrsti at skriva eina føroyska symfoni. 
 
Aldubáran fer í hesum sambandi eisini at hava konsert í Norðurlandahúsinum týskvøldið 9. oktober kl 19:30, har tætt verður komið inn at tónaskaldið Sunleif Rasmussen. 
 
Á konsertini fara Sissal Kampmann og Hans Pauli Tórgarð, saman við Sunleifi, at hugleiða um tónleik og lív hansara. 
 
Aldubáran framførir kamartónleik ið fevnir breitt: frá tí inniliga og vakra til tað villa og brúsandi.    
 
Tónleikurin hjá Sunleifi er serstakur og kann lýsast sum sammanrenning millum nýggjan klassiskan tónleik og føroyska náttúru. Hóast tónleikurin er rótfestur í tí føroyska, er hann samstundis framsøkin og søkir út í heim. Harumframt ger hansara eyðkenda góða handverk Sunleif Rasmussen til eitt tónaskald, ið Aldubáran javnan vendir aftur til. 
 
Dacapo Records er eitt tað størsta plátufelagið í norðanlond innan nýskrivaðan tónleik. Dacapo hevur útgivið fløgur saman við m.a Wiener Filharmonikarnir, New York Philharmonic og Kronos Kvartettini. Fyri Aldubáruna er hetta tískil stórur heiður og einastandandi møguleiki fyri at breiða nýskrivaðan føroyskan tónleik út um landoddarnar. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder