Innanlands

Sunleiv Højgaard tann fyrsti at fáa nýtt heiðurstekin

– Í meira enn fjøruti ár hevur Sunleiv Højgaard staðið í fremstu røð – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd, segði landsstýrismaðurin í lógarmálum, sum fríggjadagin handaði fyrsta heiðurstekinið fyri tænastu í tilbúgvingini

Sunleiv Højgaard fekk fríggjadagin gulheiðurstekin fyri yvir 40 ára tænastu (Mynd: Løgmálaráðið)

Sunleiv Højgaard fekk fríggjadagin gulheiðurstekin fyri yvir 40 ára tænastu (Mynd: Løgmálaráðið)

2025-10-25 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í september varð nýtt føroyskt heiðurstekin stovnað at heiðra tilbúgvingarfólk, fyri drúgva og trúgva tænastu, og fríggjadagin 24. oktober varð fyrsta heiðursteknið handað.

Tað var Sunleiv Højgaard frá Skálafjarðar sløkkiliði, sum varð heiðraður.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen sigur m.a. soleiðis sambært heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum:

Sunleiv Højgaard kann sigast at vera ein stovnur í sjálvum sær innan føroysku tilbúgvingina. Í meira enn fjøruti ár hevur hann staðið í fremstu røð – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd. Bæði tá eldurin hevur tikið seg upp, tá náttúran hevur víst sína styrki, og tá menniskju hava verið í neyð.

Sunleiv hevur verið við til at byggja upp eitt sløkkilið og eina tilbúgving sum stendur sterk og væl fyri í dag. Hann hevur tikið ábyrgd og ment fakligu dygdirnar, og samstundis lagt dent á, at arbeiðið verður gjørt skynsamt, tryggiliga og við virðing fyri fólki og uppgávu. Sunleiv hevur sýnt, at tilbúgving er meira enn at sløkkja eld – tað er at skapa tryggleika og álít í einum felagsskapi, har hvør veit, at onkur stendur klárur, tá tað krevst.

At Sunleiv fekk handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er eisini ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið. Við hesum tekni vilja vit vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samhaldi.

[object Object]
(Mynd: Løgmálaráðið)

[object Object](Mynd: Løgmálaráðið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder