Innanlands

Sunnudagin minnast vit pinkubørn, ið farin eru

15. oktober er altjóða pinkubarnadeyðadagur, og tað verður markerað í Syðrugøtu og í Havn

2023-10-13 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15. oktober er altjóða pinkubarnadeyðadagur, tá vit minnast pinkubørn, ið farin eru, og dagurin verður markeraður sunnudagin í Syðrugøtu og í Havn.

– Vit tendra ljós fyri okkara pinkubørnum, sum fóru frá okkum alt ov tíðliga. Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini kl. 19 Altjóðadagin, skrivar Felagið Pinkubarnadeyði, sum virkar undir Beranum, í tíðindaskrivi.

Opið hús verður í Beranum (Niels Finsensgøtu 32) kl. 18.30. Ljósini verða tendrað frá kl. 18.45, so øll ljósini eru tendrað kl. 19. Møguleiki er eisini fyri at skriva eina heilsan ella gera eina tekning á ljósposarnar, sum verða at fáa.

Kaffi, te og køkur verður at fáa,  Maria av Heygum og Benjamin Tausen luttaka við sangi.

Dagurin verður eisini hildin í Tøting íSyðrugøtu frá kl. 18.30, Carla Josenius Mikkelsen luttekur við sangi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder