
Sunnukvøldið 18. desember klokkan 20 verður árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri í Christianskirkjuni.
Fyrsta jólakonsertin í hesi røðini var í 1966, og hetta er konsert nummar 55. Næstseinasta ár og seinasta ár varð konsertin avlýst orsakað av koronu.
Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttaka Kvinnukórið Suð, Kirkjukórið í Christianskirkjuni og Klaksvíkar Manskór.
Á skránni eru góður horntónleikur og kórsangur, kendir jólasálmar og felagssangur.
Øssur Kjølbro, prestur, hevur andakt.
Klaksvíkar Hornorkestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald