Innanlands

Sunset Boulevard skal skjótt lata upp í Runavík

Hetta verður eftir ætlan í heyst, boðar matstovuketan frá, og verður tað í bygninginum í Runavík, har Borg áður var. Bónus skal eisini flyta inn í bygningin á havnarlagnum

Stutt fyri ólavsøku søkti Sunset (SMS) eftir starvsfólki til nýggju matstovuna í Runavík. Har framgongur, at ætlanin er lata upp í heyst. Sunset Boulevard er størsta danska skundverðaketan í danska kongaríkinum.(Mynd: Sverri Egholm)

Stutt fyri ólavsøku søkti Sunset (SMS) eftir starvsfólki til nýggju matstovuna í Runavík. Har framgongur, at ætlanin er lata upp í heyst. Sunset Boulevard er størsta danska skundverðaketan í danska kongaríkinum.(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-31 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í mai læt Borg upp í nýggjum, stórum og stásiligum hølum á Glyvrum. Hetta við nýggja Fjørðuvegin.

Handilin hevði áðrenn húsast leingi í Runavík. Hetta við havnarlagið - tætt við Eysturoyartunnilin og Skúlan við Løkin - har gamli timburhandilin eisini var.

Nú er partvíst greitt, hvat skal vera í tí bygninginum í Runavík.

Søgur hava í longri tíð gingið um, at Sunset Boulevard fer at lata upp í Eysturoynni eisini. Tíðliga í 2025 boðaði SMS eisini frá, at talan fór at vera um eina handilsmiðstøð.

Stutt fyri ólavsøku søkti Sunset (SMS) eftir starvsfólki til nýggju matstovuna í Runavík.

Har framgongur, at ætlanin er lata upp í heyst.

Sunset Boulevard er størsta danska skundverðaketan í danska kongaríkinum. Tann fyrsta matstovan lat upp í Odense í 1996. Í dag eru yvir 50 Sunset-matstovur um alt Danmark, umframt ein í Føroyum og ein í Grønlandi.

Nú letur skjótt ein upp afturat í Føroyum. Sunset Boulevard hevur í nógv ár húsast í SMS.

Matvøruhandilin Bónus, sum á Skálafjørðinum er staðsettur í Slatangará, skal eisini flyta inn í bygningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder