2018-11-25 13:20
Í desember 2015 kom filmurin "Svart gull" út.
Filmurin er á føroyskum, og greiðir frá um kolasøguna í Føroyum.
Stórur eftirspurningur hevur verið at fáa filmin við undirteksti, og nú kemur so filmurin á fløgu við enskum og donskum undirteksti. Eisini verður filmurin tøkur á geyma, av tí at fløguspælarar ikki eru eins vanligir og teir hava verið; tó er avmarkað nøgd av hesari útgávuni, og verður filmurin bert tøkur við enskum undirteksti á geyma.
Nýggja útgávan av "Svart gull" er at fáa í hesum støðum: Bakkhús í Hvalba, Magn í Trongisvági, D. J. Enni á Tvøroyri, Heimavirkinum í Vági, Hjá Zacharias Müller í Porkeri og Visit Tórshavn í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald