
Leygarkvøldið 27. september og sunnukvøldið 28. september vera útgávukonsertir í ávikavist Salt og Lívdini. Tað er Svein í Prestgarði, sum framførir í samkomunum.
- Hetta sama vikuskifti seinast í september, fyri júst 10 árum síðani, kom fyrsta útgávan hjá Sveini út á marknaðin og fekk stórfingna móttøku.
Hetta er ikki tann fyrsta útgávan hjá Sveini í Prestgarði síðani. Hendan er framleidd í Noreg og ílætin Country dám.
Útgávan ber heitið " Í gjár í dag, ja alla tíð". Sum aðrar útgávur hjá sangaranum, so er talan um andaligar sangir.
Svein í Prestgarði hevur við sær systir sína Rakul Erlendsdóttir o.fl ,ið syngja Tónleikabólkurin er mannaður við Bernhard Petersen á odda.
Báðar konsertirnar um vikuskiftið byrja klokkan 20. Tær eru ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald