Mentan

Svein í Prestgarði við nýggjari útgávu í Salt og Nebo

Útgávukonsertir verða í Salt á Drelnesi og í Nebo á Toftum um vikuskiftið

2025-10-10 16:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa tíðina fyri júst 10 árum síðani, kom fyrsta útgávan hjá Sveini í Prestgarði út á marknaðin og fekk stórfingna móttøku.

Síðani tá eru fleiri útgávur latnar úr hondum, bæði í Føroyum og uttanlands. Hesaferð er tónleikurin framleiddur í Noregi, ílatin country dám.

Svein hevur verið sera virkin í Noregi seinnu árini við tónleiki og boðskapi. Heitið á hesi nýggju útgávuni er “Í gjár í dag, ja alla tíð”, ið minnir okkum á at “Hóast skiftandi umstøður á ferðini so er Harrin, hin sami!”

Svein í Prestgarði hevur við sær Rakel S. Bærendsen og Oliviu Tausen. Tónleikabólkurin er mannaður við Bernhard Petersen á odda,

- Vit vóna, at hetta kann gerast ríkar og uppbyggjandi løtur fyri øll – har høvi verður at ogna sær fløgu og geyma, sigur Sveinur í Prestgarði.

Konsertirnar í Salt leygarkvøldið og í Nebo á Toftum sunnukvøldið byrjar báðar klokkan 20 og eru ókeypis.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder