Uttanlands

Sveis: Øll tey deyðu eru nú eyðmerkt

Øll tey 40 fólkini, sum lótu lív í eldsbrunanum nýggjársnátt eru nú eyðmerkt – Fríggjadagin verður almennur sorgardagur í Sveis

Fólk tendra ljós fyri at minnast tey, sum doyðu nýggjársnáttina (Mynd: EPA)

Fólk tendra ljós fyri at minnast tey, sum doyðu nýggjársnáttina (Mynd: EPA)

2026-01-05 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll 40 fólkini, sum doyðu í aldrsbrunanum á barrini Le Constellation í sveisiska býnum Crans-Montana eru nú eyðmerkt.

Tað framgongur í tíðindaskrivi frá sveisisku løgregluni sambært Ritzau.

Meginparturin av teimum deyðu eru úr Sveis, Fraklandi og Italia. Nógv av teimum eru ung fólk, og summi eru eisini undir 18 ár.

Umframt at 40 fólk lótu lív, vórðu 119 fólk særd.

Stjórnin í Sveis segði sunnudagin at 35 sjúklingar vórðu fluttir úr Sveis til serligar heilsumiðstøðir í Belgia, Fraklandi, Týsklandi og Italia.

Fríggjadagin verður almennur sorgardagur í Sveis. Kirkjuklokkur ringja um alt landið, og tað verður tøgn í ein minutt.

Fyribils kanningar geva ábendingar um, at tað var innandurafýrverk, sum var orsøkin til, at eldurin kyknaði í barrini. Stjórarnar eru nú skuldsettir fyri m.a. óviljað manndráp og óviljað eldásetan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder