Uttanlands

Sveis: Undir illgruna fyri óviljað manndráp

Stjórarnar í barrini, har umleið 40 fólk doyðu í einum eldsbruna nýggjársnátt, verða kannaðir av løgregluni – Higartil eru 24 av teimum deyðu eyðmerkt

Fólk minnist tey, sum lótu lív í eldsbrunanum hósnáttina (Mynd: EPA)

Fólk minnist tey, sum lótu lív í eldsbrunanum hósnáttina (Mynd: EPA)

2026-01-04 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir franskir stjórar í barrini Le Constellation Bar and Lounge í Crans-Montana í Sveis, har umleið 40 fólk lótu lív og 119 vórðu særd í eldsbrunanum nýggjársnátt, verða kannaðir fyri leiklut teirra í vanlukkuni.

Eldurin kyknaði í kjallaranum nýggjársnátt. Fyribils kanningar geva ábendingar um, at okkurt slag av fýrverki varð sett á sjampagnufløskur og kom ov tætt at loftinum. Hareftir breiddi eldurin seg skjótt.

Tað eru eini fronsk hjún, sum eiga barrina.

– Vit vilja gera alt tað, vit kunnu, fyri at fáa greiðu á, hvat hendi, segði maðurin, 49 ára gamli Jacques Moretti sambært fleiri miðlum fríggjadagin. Hann segði m.a., at barrin varð kannað tríggjar ferðir seinastu tíggju árini, og at øll trygdin var í lagi.

Kona hansara, 40 ára gamla Jessica Moretti, var til arbeiðis á barrini, tá eldurin kyknaði.

Higartil eru 24 av teimum, sum lótu lív í vanlukkuni, eyðmerkt.

Meginparturin av teimum eru úr Sveis, og meginparturin eru blaðung fólk í aldrinum 14 til 20 ár. Eisini eru nøkur fólk í 30unum millum tey deyðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder