Innanlands

Svenning av Lofti ísraelskur heiðurskonsul í Føroyum

Týsdagin var hátíðarløta á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn, har íraelski sendiharrin útnevndi Svenning av Lofti til heiðurskonsul

2023-06-28 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á hátíðarløtu á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn týsdagin útnevndi ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, Svenning av Lofti til heiðurskonsul Ísraels í Føroyum.

Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan útnevnir ein heiðurskonsul.

Svenning hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977, og hevur hann ferðast hagar umleið fimti ferðir. Í mai 2007 varð Svenning heiðraður av ísraelska Ferðamálaráðnum, fyri tá at hava ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.

Svenning var eisini við til at stovna Vinafelagið Føroyar Ísrael, har hann í fleiri ár var nevndarlimur og formaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder