Uttanlands

Svenska tingið atkvøddi ímóti Magdalenu Andersson

Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað forkvinnuni í Socialdemokraterna at skipa stjórn.

Her sæst úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Riksdagen (Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)

Her sæst úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Riksdagen (Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-15 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

13. september var tjóðartingsval í Svøríki, og enn hava sviar ikki fingið nýggja stjórn.

Ein meiriluti í svenska tinginum, Riksdagen atkvøddi í dag ímóti Magdalenu Andersson, forkvinna Socialdemokraterna sum forsætisráðharra.

99 tinglimir atkvøddu fyri, 248 atkvøddu móti, og tveir tinglimir atkvøddu ikki.

Allir flokkar Socialdemokraterna atkvøddu ímóti, og tað var ikki óvæntað. Fleiri flokkar høvdu nevniliga boðað frá, at teir fóru at atkvøða ímóti eini minnilutastjórn, sum Socialdemokraterna var einsamallur um at skipa, skrivar Ritzau.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni kom heldur ikki óvart á Andersson, sum nú tvær ferðir hevur roynt at skipa nýggja stjórn í Svøríki. Hon heldur, at tað fer at krevja fleiri atkvøðugreiðslur, áðrenn ein nýggj stjórn verður skipað.

Dagsins atkvøðugreiðsla var tann fyrsta síðan valið, og Riksdagen kann hava fýra forsætisráðharraatkvøðugreiðslur, áðrenn nýval skal útskrivast.

Mett verður, at Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet eru teir flokkarnir, sum Socialdemokraterna mest sannlíkt kann samstarva við.

Ein tinglimur fyri Riksdagen sigur tó, at Vänsterpartiet bert fer at atkvøða fyri eini stjórn, sum flokkurin sjálvur er partur av, og Centerpartiet noktar at samstarva við ella sita í stjórn við Vänsterpartiet.

Formaðurin í svenska tinginum, Andreas Norlén skal nú tosa við floksleiðararnar fyri at finna ein nýggjan samráðingarleiðara, sum skal royna at skipa stjórn.

Norlén hevur áður sagt, at eitt sjálvsagt val hevði verið Ulf Kristersson, sum er sitandi forsætisráðharri og formaður í næststørsta flokkinum, Moderaterna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder