2023-09-25 15:42
Sunnudagin 3. september hevði Sverri Steinhólm fráfaringargudstænastu í Havnar kirkju.
Sverri Steinhólm hevði verið sjúkrahúsprestur og prestur í varðhaldinum síðan 1. desember 1995, og øll árini hevur hann eisini havt tænastuskyldu í kirkjunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjald – tey seinastu árini hevur hann verið knýttur til Havnar og Nólsoyar kirkju. 1. september byrjaði hann í nýggjum embæti sum diakonprestur.
Eftir fráfaringargudstænastuna var samkoma fyri Sverra á Hotel Hafnia, har kirkjuráðið og onnur takkaðu honum fyri tíðina sum prestur í Havnar kirkju, skrivar Fólkakirkjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald