Uttanlands

Sviar og bretar taka tað róligt

Meðan vit í Føroyum hava stongt m.a. skúlar og dagstovnar, hava onnur lond opið sum vanligt

Stockholm, Svøríki (Mynd: Visualhunt)

Stockholm, Svøríki (Mynd: Visualhunt)

2020-03-14 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meðan fleiri lond, m.o. Føroyar og Danmark steingja skúlar, almenn arbeiðspláss og skeinkistøð, er lív í aðra staðni.

Svensku myndugleikarnir hava avlýst øll tiltøk við fleiri enn 500 luttakarum, men skúlar og aðrir dagstovnar hava opið sum vanligt. Tó hava myndugleikarnir heitt á fólk um at vera verandi heima, um tey eru sjúk og um ikki at vitja á sjúkrahúsum ella ellis- og røktarheimum, um tað ikki er alneyðugt.

Svensku myndugleikarnir stúra fyri, at tey fara at missa ov nógv heilsustarvsfólk, um øll foreldur skulu vera heima og ansa eftir sínum børnum, og sviar tykast at hugsa meira um búskaparligu avleiðingarnar av virusútbrotinum.

Í Svøríki liggur náttarlívið ikki lamið, hóast talið á fólki í býnum er minkað eitt sindur.

– Eg eri ikki so bangin fyri at gerast sjúkur, eg hugsi meira um tað fíggjarliga. Tað gevur onga meining at lata aftur. Tey sjúku koma kortini ikki framvið, og vit skulu eisini hugsa um tey, sum eru frísk, sigur ein bareigari í Stockholm við DR.

Heldur ikki í bretska høvuðsstaðnum London eru tey steðgað upp. Har hava nógv støð, bæði handlar, matstovur og skeinkistøð, opið sum vanligt hóast COVID-19 eisini ger um seg í Betlandi.

Skúlar og dagstovnar hava eisini opið sum vanligt. Sambært bretsku myndugleikunum, skal mann hava vísindaligt prógv fyri, at tey ógvusligu tiltøkini, sum mann sær í m.a. Danmark og Føroyum, rigga, áðrenn mann umhugsar at seta líknandi tiltøk í verk.

Børn fara framvegis í skúla, og fólk ferðast framvegis við toki í meldurtíð og fara á bar ella til konsert um kvøldarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder