Innanlands

Svimjihøllin í Runavík eitt trivaligt fet fram á leið

Runavíkar kommuna hevur tikið avgerð um at taka næsta stig á leiðini móti svimjihøllini

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-06-28 18:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á býráðsfundinum í Funningi í gjárkvøldi tók Runavíkar býráð einmalt undir við at geva borgarstjóranum og umsitingini heimild til at fara í samráðing við BBP Arkitektar, vinnaran av arkitektakappingini, fyri at fáa í lag eina avtalu um at neyvætla eina svimjihøll í Runavík.

Kommunan skrivar, at væntandi tekur tað eitt ár at røkka hesum málinum. Tá er svimjihallarmálið búgvið at bjóða út, og veldst alt tá um politiska viljan at fremja málið, sum er komið og farið um býráðsgáttina, frá tíð til aðra, í meiri enn hálvthundrað ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder