2020-08-26 15:31

Orsakað av, at korona aftur ger um seg í Føroyum, hevur Tvøroyrar kommuna avgjørt at steingja svimjihylin fyribils.
Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Gjørt verður greitt, at eingin koronasmitta er staðfest í svimjihylinum, men henda avgerð er tikin fyri at fyribyrgja smittuvandan sum kann vera millum vitjandi í svimjihylinum.
Svimjihylurin er latin aftur til 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald