Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin og forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum, Magdalena Andersson sigur við svenska miðilin Dagens ETC, at Svøríki skal vera til reiðar at senda herfólk til Grønlands, um tað gerst neyðugt.
Andersson sigur, at tað er umráðandi, at evropeisk lond stuðla grønlandi og Danmark, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur endurtikið ynskið hjá sær um at yvirtaka Grønland.
– Tað er sjálvandi umráðandi, at Svøríki og øll onnur evropeisk lond saman standa við Grønlandi og Danmark. Og at vit í Svøríki eisini hugsa um, hvat vit kunnu gera, sum Danmark ynskir, fyri at stuðla teimum, sigur hon.
Týskland og USA fundast
Amerikanski miðilin Bloomberg skrivar, sambært fleiri tíðindasotvum, at fleiri evropeisk lond, harundir Stórabretland og Týskland umhugsa møguleikan at senda herfólk til Grønlands fyri at vísa amerikanska forsetanum, Donald Trump, at Evropa tekur trygdina í Arktis í álvara.
Týskland fer eftir ætlan at skjóta upp, at eitt felags Nato-umboð verður sett á stovn fyri at verja artiska økið.
Í dag skal týski uttanríkismálaráðharrin, Johann Wadephul hitta amerikanska starvsbróðir sín, Marco Rubio í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C. Har skulu teir m.a. eisini umrøða trygdina í Norðuratlantshavi.
– Nato skal átaka sær størri ábyrgd av trygdini í Arktis
Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio hevur eisini boðað frá, at hann fer at fundast við Danmark í vikuni.
Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen sigur við Ritzau, at Danmark eisini fer at styrkja um hermegina í Grønlandi.
– Semja er um millum Nato-sameind um, at Nato skal átaka sær størri ábyrgd av trygdini í Arktis og Norðuratlantshavi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald