Í januar 2026 varð eingin skotin til deyðis í Svøríki, og tað er fyrstu ferð í átta ár, at ein mánaður er liðin, uttan nakað skotdráp, skriva svensku miðlarnir Expressen og Aftonbladet.
Síðst tað hendi var í mars 2018.
Almenn tøl fyri januar eru tó ikki kunngjørd enn, men sambært norsku tíðindastovuni NTB samsvara tølini við frásøgnum hjá øðrum miðlum, m.a. SVT.
Svøríki er landið í Evropa við flestum skotdrápum í mun til talið á íbúgvum. Miðaltali fyri Evropa er umleið 1,6 skotin fyri hvørja millión íbúgvar. Í Svøríki er talið fýra fyri hvørja millión.
Síðan 2018 eru 382 fólk skotin til deyðis í Svøríki.
Í fjør var talið 44, og deyðiligasta árið hesum viðvíkjandi var 2022, har 62 fólk vórðu skotin til deyðis, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald