Talið á skrásettum smittutilburðum í Svøríki er økt við 514 seinasta samdøgrið. Sostatt er talið komið upp á 73.858.
Í hesum tíðarskeiðnum er talið á andlátum í sambandi við koronasmittuni eisini økt við 35. Hetta merkir, at samlaða talið á skrásettum andlátum í Svøríki nú er 5.482, upplýsir svenska heilsumálaráðið í dag.
Talan er um eitt munandi hægri tal í dag í mun til mánadagin og týsdagin, har Svøríki skrásetti ávikavíst 13 og 14 andlát.
Sambært Ritzau er meginpartuin av teimum, ið hava fingið staðfest koronasmittuna í Svøríki, kvinnur, meðan meginparturin av teimum, ið eru deyð, eru menn.
Talið er býtt soleiðis:
Kvinnur: 43.367 smittað, 2.479 deyð
Menn: 30.491 smittað, 3.003 deyð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald