Innanlands

Svøríki slakar fyri koronakrøvunum

Tað gongur nógv betri í Svøríki nú í mun til grannalondini

Anders Tegnell t.h. saman við svensku heilsumálarákvinnuni Lena Hallengren (Mynd: EPA)

Anders Tegnell t.h. saman við svensku heilsumálarákvinnuni Lena Hallengren (Mynd: EPA)

2020-09-18 11:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki kann nú lempa koronareglurnar eftir góð tøl seinastu tíðina. Frá 1. oktober verða ongar forðingar settar fyri vitjanum í eldrarøktini.

Seinastu vikurnar eru smittutølini lækkað í Svøríki, og gongdin er øvugt teirri, sum tey eitt nú uppliva í Danmark.

Stóri munurin er, at nú er tann annars so útskeldaða svenska strategiin farin at virka, skrivar dr.dk.

- Tað tykist sum um Svøríki hevur funnið eina burðardygga strategi har tað nú gongur betri viku aftan á viku, meðan onnur lond stríðast við nýggjum koronabylgjum, sigur Lone Simonsen, professari og granskari í farstóttum á Roskilde Universitet við dr.dk.

Í Svøríki er smittan í løtuni miðsavnað í Västra Götaland í Vestursvøríki, meðan fleiri aðrir landslutir hava millum lítið og einki av tilburðum hesar seinastu tvær vikurnar.

Í Svøríki hava tey ongantíð stongt samfelagið niður, og sviar hava fingið nógvar ábreiðslur fyri hetta frá øðrum londum.

Men statsepidemiologurin, Anders Tegnell, sum hevur staðið fyri skotum fyri hesar avgerðir, skal nú rósast heldur danski professarin.

- Tegnell hevur fingið rætt í, at tað er ein burðardygg strategi, tey hava brúkt. Svøríki eigur rós fyri hetta. Tey settu í verk bann fyri at savnast fleiri enn 50 fólk longu 28. mars, og eftir tað gekk ikki long tíð, til tølini fóru at ganga niðurá aftur, sigur Lone Simonsen við Danmarks Radio.

Hon vísir á, at tað eru stórar samlingar av fólki, ið er størsti smittuspjaðari, og tað hava tey ikki innsæð í Danmark.

Seinastu dagarnar hevur Svøríki bert skrásett helmingin av smittaðum pr. 100.000 íbúgvar í mun til Danmark.

Men har verða ikki eins nógv testað, sum tey gera í Danmark, og tí skal ein ikki hanga seg ov nógv í hesi tøl, sigur Lone Simonsen.

Men tá hugt verður eftir deyðstilburðum, ið kunnu setast í samband við korona, so liggur Svøríki kortini framvegis í oddinum.

Hetta kann, sambært Anders Tegnell vera orsaka av, at vanliga influensan ikki rakti hart í fjør, og at tað merkir, at nógv veik og eldri, sum vanliga ikki klára eina krímsjúku, kláraði tað. Nú eru tey í staðin deyð undir koronafarsóttini, vísir hann á.

Eisini heimsheilsustovnurin, WHO, rósar Svøríki, men mælir samstundir til varsemi áðrenn frøin gerst ov stór í Svøríki.

- Víst er okkurt, vit kunnu læra av stensku tilgongdini. Men stórur partur av svenska fólkinum er framvegis móttøkufært mógvegis smittu, sigur ovasti tilbúgvingarleiðarin hjá WHO í Evropa, Catherine Smallwood.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder