Meðan tey flestu evropeisku londini ynskja at nýta tí sokallaðu sporingarappuna, sigur Svøríki nei takk.
-Tann orkan tað krevur at smittuspora øll hesi menniskjuni er ikki rímulig sigur svenski ríkis-farsóttarfrøðingurin Anders Tegnell .
Anders Tegnel stendur aftan fyri strategiini, hjá svensku heilsumyndugleikunum í stríðnum móti koronasmittuni, ið hevur verið øðrvísi enn hjá flestu øðrum londum. Skúlar, matstovur hárfríðkanarstovur, venjingarmiðstøðir og annað hevur aldrin verið latið aftur.
Tegnell vísir til rættin um privatlív sum ein av orsøkunum til, at tey ikki umhugsa ein sporingarapp.
-Allir starvsfelagarnir eg tosi við hava sama trupulleika við verju av privatlívinum og tí løgfrøðiliga.
Avgerðin um at takka nei til smittusporingarappuna er tó ikki endalig. Anders Tegnell sigur at ein app kann hava týdning um talið av smittaðum er nóg lágt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald