Uttanlands

Svøríki: Yvir 30 persónar skotnir til deyðis higartil í ár

Í tíðarskeiðnum januar – mai vórðu yvir 30 persónar skotnir til deyðis í Svøríki – Metið fyri eitt ár, sum varð sett í 2020, er 47, og væntast meira harðskapur nú í summar

Løgreglan í svenska býnum Malmö (Mynd: EPA)

Løgreglan í svenska býnum Malmö (Mynd: EPA)

2022-06-11 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teir fyrstu fimm mánaðirnar av hesum árinum vórðu yvir 30 persónar skotnir til deyðis í Svøríki.

Tað er væl meira enn seinastu árini, har í miðal 17 persónar vórðu skotnir í sama tíðarskeiði. Í 2020 varð met sett, tá 47 persónar vórðu skotnir til deyðis í Svøríki, og í 2021 var talið somuleiðis 47.

Nú summarið er komið, væntast meira harðskapur. Seinastu árini hava verið fleiri skottilburðir í tíðarskeiðnum juni – september enn í undanfarnu mánaðunum.

Boðað verður eisini frá fleiri álvarsamum stríðum, har vandin fyri deyðiligum harðskapi verður mettur at vera stórur, skrivar Ritzau.

Í Svøríki búgva 10,35 milliónir fólk. Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark, sum bert hevur 5,83 milliónir íbúgvar, vórðu átta persónar skotnir til deyðis í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder