2024-07-02 11:00
            
        
         
                
            Trý fólk í vátdrakt fóru í gjár ein svimjitúr við Gjógv. Men vegna nógvan streym, fóru tey upp á ein stein, og sluppu ikki víðari.
Vørn/MRCC skrivar á heimasíðuni, at Rescue Vón, bjargingarbáturin við heimstaði á Eiði, varð sendur út at koma fólkunum til hjálpar. Tey vórðu flutt trygt til lands aftur og hava tað øll gott.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald