Mentan

Swangah kemur eisini til 100 ára hátíðarhald

Swangah legst afturat stóra hópinum av tónleikabólkum, sum framføra til 100 ára hátíðarhaldið hjá Wenzel 20. september

Swangah (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Swangah (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-05 13:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Swangah fer eisini at framføra til 100 ára hátíðarhaldið hjá Wenzel við Tjarnir 20. september. Frá klokkan 21 verður stórt tónleikatiltak, og nú vera havnarmenninir Ragnar Davidsen og Steen Rói eisini at hoyra.

Teir duga altíð at fáa lív í fjøldina við sínum feita rapptónleiki, so tað verður uttan iva feitt og festligt, tá Swangah trínur á pallin við sínum hittum.

Wenzel skipar fyri opnum húsi við Tjarnir frá klokkan 11 til klokkan 15 við millum annað ókeypis barnalandi, góðum tilboðum og kappingum.

Frá klokkan 21 til klokkan 3 verður so stóra tónleikatiltakið. Umframt Swangah, koma øll hesi eisini í 100 ára føðingardag: Poul Krebs, Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Beinta Jacobsen, Signar og John, Guðrið Hansdóttir, Fríði Sigmundsson, Finnur Koba, Jens Marni Hansen, Malan Eyðunsdóttir, Ingi Poulsen, Marius Ziska, Rókur Jákupsson, Torkil Johannesen, Martin Joensen, Pauli Magnussen, Noam Halby frá Johnny Deluxe, Heri frá Týr, Petur Háberg Jacobsen, Burhan G.

Kom við og hoyr allar hesar framførslur við Tjarnir 20. september. Atgongumerki fáast á wenzel.fo.

Har verður eisini matsøla, kokkteylbarr, vanlig barr og annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder