Innanlands

Sylvia sett sum flóttafólkasamskipari í Tórshavnar kommunu

Bara seinasta árið eru ukrainsk flóttafólk flutt til størstu kommuna í landinum. Í hesum sambandi er verkætlan gjørd, og Sylvia Magnussen skal virka fyri yvirskipaða trivnaðinum

- Hon hevur sera góðar menniskjaligar og samskiftiseginleikar, og hevur kunnleika til tey viðurskifti, ið ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum. Sylvia er fødd og uppvaksin í Mexico og hevur búð í Føroyum síðani 2010 (Mynd: torshavn.fo)

- Hon hevur sera góðar menniskjaligar og samskiftiseginleikar, og hevur kunnleika til tey viðurskifti, ið ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum. Sylvia er fødd og uppvaksin í Mexico og hevur búð í Føroyum síðani 2010 (Mynd: torshavn.fo)

2023-10-03 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað búgva nú nógv flóttafólk í Tórshavnar kommunu. Bara seinasta árið eru millum annað umleið 100 ukrainsk flóttafólk flutt til landsins størstu kommunu.

Hetta upplýsir torshavn.fo, í sambandi við at kommunan hevur gjørt av at skipa eina verkætlan, har ein flóttafólkasamskipari skal virka fyri yvirskipaða trivnaðinum hjá flóttafólkunum í kommununi.

Flóttafólkasamskiparin skal vera sambindingarlið millum einstøku flóttafólkini, familjurnar og kommununa. Flóttafólkasamskiparin skal vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur, sum kommunan stendur fyri, ella sum eru í kommununi.

- Tað merkir, at flóttafólkasamskiparin eisini skal samskifta við dagstovnar, skúlar og stovnar og tilboð annars í kommununi, ið vara av flóttafólkum, umframt við myndugleikar og almennar stovnar. Hugsandi er eisini, at ávíst samskifti er við fyritøkur og stovnar, har flóttafólk eru í starvi, ella sum kunnu vera møgulig starvspláss. Uppgávurnar eru nógvar, fjøltáttaðar og skiftandi alt eftir tørvi, og tí er týdningarmikið, at flóttafólkasamskiparin hevur eitt gott yvirlit, er fyrikomandi og dugir at skapa álit.

Sylvia sett í starvið

Tað er Sylvia Magnussen, sum er sett í nýggja starvið. Tórshavnar kommuna skrivar, at hon ættað úr Mexico, hevur drúgvar royndir sum verkætlanarfólk innan sosialar og vísundarligar verkætlanir, umframt holla vitan um føroysku mannagongdirnar á migratiónsøkinum.

- Hon hevur sera góðar menniskjaligar og samskiftiseginleikar, og hevur kunnleika til tey viðurskifti, ið ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum. Sylvia er fødd og uppvaksin í Mexico og hevur búð í Føroyum síðani 2010. Í 2013 for hon til Danmarkar at lesa BA og kandidat á RUC og fluttu heim aftur til Føroya í 2018.

Í starvinum sum flóttafólkasamskipar kemur Sylvia at arbeiða saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov, og ætlaðu tulkatænastuni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin er skiftandi. Starvið er fyribils tíðaravmarkað í eitt ár.

Sylvia Magnussen er úttbúgvin bachelor og Cand Mag í “kultur og sprogmødestudier” og í enskum frá RUC, umframt at hava ein bachelor í sponskum máli og bókmentum frá Universidad Nacional Autónoma de México.

Hon hevur drúgvar royndir sum hjálparfólk á dagstovni í Tórshavnar kommunu, og hevur verið við í prosessini við foreldrum og børnum, tá tey fyrstu úr Ukraiina byrjaðu á stovni í Tórshavnar kommunu. Umframt hettar er Sylvia virkin á málkaféini hjá Reyða krossi, sum heldur til á bókasavninum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder