2020-11-10 14:07

Føroya Symfoniorkestur, sum hevur heimstað í nýggja Musikkskúlanum, fekk eina kvart miljón aftrat einmælt játtaða í eykafíggjarlógini, sum varð samtykt í farnu viku.
Føroya Symfoniorkestur arbeiðir í løtuni við stóru jólakonsertini, sum eftir ætlan verður 5. og 6. desember – konsertin er eitt samstarv við allar musikkskúlarnar kring landið og er lýst við fyrivarni, alt treytað av støðuni við korona.
Nýggjárskonsertin er eisini lýst við fyrivarni fyri broytingum, men ætlanin er at nýggjárskonsertin verður 5. og 6. januar 2021.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald